Veðrið órógvar samferðsluna í morgin

Strandferðslan hevur longu avlýst túrar hjá Smyrli og Teistanum

Veðurforsøgnin í morgin er so mikið óhugalig at lesa, at Strandferðslan longu hevur avgjørt at avlýsa túrar hjá Smyrli og Teistanum.


Á heimasíðuni verður upplýst, at Smyril í morgin siglir av Krambatanga klokkan 07:00 og úr Tórshavn klokkan 18:30. Túrarnir úr Tórshavn klokkan 13:00 og av Krambatanga klokkan 15:30 verða ikki sigldir.


Somuleiðis verður upplýst, at fyri veður verða túrarnir úr Skopun klokkan 06:45 og av Gomlurætt klokkan 07:25 ikki sigldir. Fyrsti túrur úr Skopun verður í staðin klokkan 08:10.