Veðrið: Turt í dag

Í dag verður upp í 13 m/s av landsynningi.

 

Tað verður turt og sólglottar av og á. Hitin fer at liggja millum sjey og tíggju stig. Seini í kvøld minkar hitin nakað.

 

Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í 5-10 m/s av landsynningi. Turt og sólglottar. Hitin fer at liggja millum átta og 11 stig.