Veðrið verður einki spennandi

- Tað er ikki serliga spennandi, tá hugt verður at veðurvánunum, sigur Petur Skeel Jacobsen.
- Fleiri látrýst ferðast í løtuni kring Føroyar, og fram til mánadagin fara hesi at hava slavna og lýggja luft við sær. Hetta gevur tó nakað av vindi, so talan kann væl verða um veruligt heystarveður, sigur Petur.
Í so máta verður besti dagurin helst sunnudagin. Leygardagin verður ikki so nógvur vindur, men tó kann roknast við bæði regni og mjørka. Sunnudagin verður turrari, men tá verður talan um nakað av vindi kortini. Upp í stívt andøvsgul, sum svarar til 5-10 m/s.
Men síðani tykist veðrið at versna, so hvørt sum látrýstini fara longur suður. Mánadagin verður ættin av landssynningi og eystri, og vindmegin liggur um 13 sekundmetrar. Og týsdagin verður ættin av norðri. Tá verður eisini nakað av vindi, men nú við kaldari luft og møguliga kavælingini.
- Hitin fer at liggja um frostmarkið, so tað er at vóna, at bilarnir nú eru skøddir. Vit hava jú longu havt onkra einstaka frostnátt, so møguliga hava bilførar longu valt at skifta summardekkini út, sigur Petur.