Nú er so nógvur vindur sunnanfyri, at Leið 701 hjá Bygdaleiðin, tað er bussleiðin millum Sandvík og Fámjin, fyribils ikki koyrir meiri.
Leiðin hjá hesi rutuni er um Ørðaskarð, har tað í løtuni er hvassur vindur, 14 til 17 m/s, og upp í 32 m/s í hvirlunum.
Aðrastaðni í Suðuroynni er eisini nógvur vindur. Í Hvalba er hvassur vindur og upp í 35 m/s í hvirlunum og á Porkerishálsi er skrið, 17 til 21 m/s, og upp í 29 m/s í hvirlunum.
Á Streymoynni er eisini nógvur vindur. Við Velbastaðsháls er upp í 27 m/s, á Oyggjarvegnum upp í 30 m/s og á Høgareyni eru upp í 27 m/s.
Á Sandavágshálsi er hvassur vindur og upp í 28 m/s í hvirlunum, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum eru upp í 27 m/s og um Gjáarskarð er upp í 36 m/s.