Veðrurin kom við teimum sum yvirlivdu

Stutt fyri døgurða mikudagin kom skipið hjá donsku sjóverjuni, Veðrurin, við teimum fimm sjómonnunum, sum yvirlivdu vanlukkuna, tá ið Jøkulfell sakk í ein landnyrðing úr Fugloynni

Skipsvanlukka

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at menninir, sum eru fýra estlendingar og ein russari, skulu búgva á Hotel Hafnia, til teir í dag ella í morgin fara heimaftur.
Hann sigur, at bæði reiðarí og ambasada tóku sær av monnunum, nú teir komu í land eftir vanlukkuna, og hart raktu sjómenninir fáa eisini neyðuga kreppuhjálp.
Tá ið Sosialurin tosaði við Jón Klein, hevði Veðrurin júst lagt til bryggju, og politiinspektørurin segði seg ikki ivast í, at neyðuga hondin verður tikin um hesar menninar, sum komu undan vanlukkuni við lívinum.
Tað var tyrlan hjá donsku sjóverjuni, sum tók hesar menninar upp og flutti teir umborð á Veðrin, sum so í gjár kom á Havnina við teimum.

Estlendingar og russar

Av teimum fýra estlendingunum, sum yvirlivdu, var ein 30 ára gamal (2. stýrimaður), ein 50 ára gamal (2. meistari) og síðan tveir, sum vóru ávikavist 24 og 28 ára gamlir. Teir vóru dekkarar. Russarin, sum yvirlivdi, var 38 ára gamal; hann var eisini dekkari.
Av teimum, sum eru funnir deyðir, er skiparin á Jøkulfelli, sum var estlendingur og 52 ára gamal, ein annar estlendingur, sum er 38 ára gamal og 1. stýrimaður og ein triðji, sum eisini er estlendingur, 51 ára gamal og kokkur umborð. Russarin, sum er funnin deyður, er 23 ára gamal og var maskinmaður umborð.
Teir báðir, sum ikki eru afturíaftur komnir, eru ein russari, sum er 53 ára gamal og var 1. meistari umborð og ein estlendingur, sum er 37 ára gamal og sigldi sum dekkari.