Eg liggi veðurfastur norðuri í Oyndarfirði.
Alt samfelagið liggur lamið. Kavaflykrurnar dala so spakuliga beint niður uttanfyri vindeygað. Heitt er innanfyri og stórir dropar hanga á rútinum uttanfyri, teir vita ikki rættuliga hvönn veg teir skulu fara og verða tí hangandi. Eysturættin er so góð í Oyndarfirði, vit kunnu slett ikki tosa við og allíkavæl, so er ódn kring landið. Her er stilli. Meðan hann meldar 30 á Akrabyrgi, so siti eg heitur og fjálgur við telduna her norðuri og sleppið nökrum tonkum soleiðis hissini aftur og fram millum fingrarnar. Posturin er ikki komin fram og vit hoyra Elis hugna bygdakonum í útvarpinum. Niðri í kökinum er farið at reka í dögurðapottinum. Eg havi júst skrædlað góðan, eitt sindur harðan, ræstan fisk. Hendan skulu vit eta til dögurða í dag og bæði spik og garnatálgasmelt afturvið.
Uttanfyri er alt hvítt, heilt oman í fjörðuna. Kavin hevur lagt seg í hvörja veit, oman á hvönn stein og seyðurin gongur illa hýrdur og roynir at skava. Niðri í kirkjugarðinum, beint niðanfyri her eg sitið, er alt undirkavað, ja sjálvt tær seinastu gravirnar, tær tríggjar, sum eru grivnar í ár eru klæddar við kava. Tær eru eitt sindur prúðari enn hinar, tí enn liggja kransarnir. Um nakran vikur, so líkjast tær eisini hinum gravunum í kirkjugarðinum, mettaður við minnum um tey farnu. Vit hava júst sagt farvæl í okkara familju og tankarnir eru ofta har niðri í kirkjugarðinum.
Men tann farni skumpar teir dúgliga niðanaftur, tí sum hann sjálvur plagdi at taka til: Tey deyðu eru einki at dyrka. Eg havi verið nakrar dagar aftur í heimbygdini. Og allíkavæl, so var eg um at vera tikin av fótum í morgun, tá mamma segði, at nú lá eg veðurfastur í Oyndarfirði. Eg skuldi til Havnar í dag. Tannlæknin bíðaði ótolin og stöða skuldi takast til kök, gólvbelægning og annað, sum einaferð fer at standa uppi í einum í dag undirkavaðum grundstykki inni á Götu í Havn. Nútíðar menniskjan hevur ikki so lætt við at lata veður og vind sær ráða. Vit hava eina dagliga ferðaætlan og hon skal helst fylgjast. Men hóast tað, so er tað deiligt, at okkara ætlanir ikki altíð halda og vit verða noydd at geva okkum undir; geva okkum frið og hugsa.
Eg liggi veðurfastur í Oyndarfirði. Nú er rasti fiskurin niður um farin. Rákin av spiki hevur hug at vitja aftur og tann sterki kaffimuðurin saman við smákökunum var ikki nóg mikið til at köva smakkin av hesum góða dögurða. Eg dusi mær í reinari vælveru. Mamma, fastir úr Esbjerg og tann allar yngsti í familjuni, Niklas, fáa sær dögurðaslang. Uttanfyri fer ein dagröktarmamma við nökrum börnum heimeftir. Tað eina sitir á eini plastiksleðu og hitt sökkur djúpt í kavanum. Dagröktarmamman er tolin, tá börnini vilja annan veg enn vegurin vísir. Og eg komi at hugsa um hvussu frástöðan broytist í lívinum, so hvört sum vit eldast. Tá eg var smádrongur var tað ögiliga langt úr gomlu bygdini og niðan til okkum.
Tað var so langt, at tú fór ikki av egnum vilja aftur til hús at fáa tær ein bita, gekk leikurin fyri seg niðri í bygdini. Nei, teir dagarnar kom breyðbitin frá ommu ella úr onkrum öðrum húsi, sum vit vóru serliga væl við. Tá eg hyggi út aftur nú millum flykrurnar, so er fráleikin púrt einki. Tað er sum bygdin er komin niðan til okkum, ella vit oman. Og tey flestu húsini niðri í bygdini eru tóm, ella býr bert okkurt einstakt menniskja í teimum. Tað sær eitt sindur óhugnaligt út og eg gerist eitt sindur keddur. Men hinvegin, so eru nýggir býlingar komnir og haðan streymar ljósið úr um kvöldarnar og barnagangur hoyrist um dagarnar. Í teim nýggju býlingunum er so sprellandi fult av lívi og nýggir oyndfirðingar eru á veg.
Hann er framvegis eystan í ættini og hon er so góð hjá okkum. Nú kavar rættuliga av grimd. Flóð er, kanska tað fer at slíta í tá tað fer at fjara.
Aldurnar bróta spakuliga um steinarnar niðri í fjöruni, ein leikur, sum hevur hildið fram síðan tíðarinnar morgun. Síðan ísurin slepti bygdini fyri so ögiliga mongum túsund árum síðan. Langt áðrenn nakrar oyndfirðingur var til og langt áðrenn menniskjan á europæiska meginlandinum fór at taka seg norðureftir, fyrst til norðurlond og síðan vestur í hav heilt vestur til okkum í Föroyum.
Tað kavar av og á og í dag kavar nógv, men tað fer ongantíð at kava so nógv sum fyrr í tíðini. Tað vita vit og vit kunnu eins væl geva upp at droyma um slíkan kava sum fyrr. Eitt nú í 1947. Tá sást valla skorsteinur í Oyndarfirði og teir sum fortaldu mær frá hesum stórkava liggja allir niðri í kirkjugarðinum, beint niðanfyri hjá okkum. Teir siga ikki meir frá sögum og minni um teir fúnar sum árini ganga. Kavin slapp at vaksa ímíni barnasál og at enda fjaldi hann næstan högu fjallatindarnar kring okkum. So gevst bara, hvör eysturætt tú enn er, ja, sjálvasti hvassilandnyrðingur, tú hevur ongan kjans móti 47.
Og júst sum eg havi nevnt landnyrðing, so gekk hann upp í landnyrðing. Vindur hoyrist á húsunum. Hann tekur í tekjuna. Ferð er komin á flykrurnar. Ein kráka sveimar yvir kirkjugarðinum og ein likkar sveimar yvir ánni. Hon er högt uppi, kanska finnir hon okkurt til matna.
Landnyrðingur var ættin hin tiltikna dagin, tá Guttormur í Múla setti upp í Oyndarfirði. Tá fórust 50 bátar á Norðhavinum. Tað hevur helst verið um hesa tíðina í várróðrinum. Tá hann kom inn um Stongina, norðasti landendin á Oyndarfirði, segði hann »Nú lívir gamalt grót»
Eg hyggi norður á Stongina og hóast alt er í einum roki av kava, so er slætt inni við. Eg skilji lættan í sinni Guttorms, hann dugdi meir enn at mæta sær, men veður og vindur má sær ráða. Hann lá mettur og veðurfastur í Oyndarfirði, meðan tey í Múla óttaðust hansara lagnu.
Í gjárkvöldið fóru nógvir útróðrarbátar norður gjögnum Djúpini. Tað var so hugaligt at síggja. Teir komu undan har suðuri á Boðunum og hvurvu lötu seinni norður um Stongina. Tað vóru línubátar úr Klaksvík. Klaksvíkingar eru teir bestu við línuni í landinum, ongin ivi um tað,lat so Pól eiga oljuna, sum teir plaga at taka til. Teir fáa ein keðiligan túr inn aftur í vátakavanum, men í mun til Guttorm, so fáa teir boð frá sær.
Nú ringdi telefonin, tað var ein vinmaður, sum sat og keddi seg í SMS við pannukökum, kaffi og fartelefon. Alt var betri fyrr og vit hava hug at gykla fyri okkum um lovaðu barnaárini, tá bygdin varð landið við mjólk og hunangi og ongin trupulleikar av týdningi slöddust um okkara leiðir.
Onkuntíð havi eg hugsað mær, at tá eg einaferð standi frammanfyri Sankta Pæturi, so fer hann at vísa mær ein film um hvussu lív mítt var á jörðini. Ein film, ið vísti alt, mínar góðu gerðir, mínar góðu tankar, mínar beistagerðir og hvussu er royndist sum gavstrikkur. Alt fór at koma fram á hendan himmalska videofilm og eg fór sum eygleiðari at sita og fegnast, rodna og kanska gerast foyur til tíðir. Alt fór at verða nevnt í hesum lívslanga filmi, tær stóru veiðuferðirnar sum smádrongur, tey sötu og pínufullu forelskilsini, tær góðu og tær miseydnaðu royndirnar sum skribentur. Mínir sigrar og táravættu löturnar, tá tap var í hendi.
Og í gjár slapp eg at síggja nakað, sum minti nógv um hendan hugsaða himmalska film, við mær sjálvum sum hövuðsleikara og Sankta Pæturi sum leikstjóra. Eg var og vitjaði eina skyldkonu og mann hennara. Vit hava verið vinir tað eg kann minnast. Maðurin var raskur at taka film í seksti árunum og fyrst í sjeyti árunum og hesir filmar eru nú savnaðir í ein videofilm.
Vit settu okkum væl fyri í hugnaligu stovuni og knappliga vóru vit 30 ár aftur í tíðini. Vit eru á fjalli í Ongahaganum. Og har vóru teir allir. Esmar, John, Elias Karl, hesir menn sum ríkaður míni barnaár, spilllivandi og sveittir. Sóu teir virkuliga soleiðis út. Eg haldi, at minni hevur fríðkað teir munandi, men líka fittir vóru teir á at líta. Hetta var í várgongu og lítla lötu seinni vóru vit komnir í rætt í Prósthaganum norður í Fjalli. Har stóð omma og lenaði seg at rættini við sínum fitta snýði og Hjalmar sum prátaði við hana.. Poul Martin roytti ein seyð við felliknívi.
Sóu tey virkuliga soleiðis út tá. Og bygdin vaks aftur, fráleikin gjördist tann sami sum í barnaárunum, tí hetta vóru barnamyndir.
Og vit komu oman í tún. Har gekk Ella á Breyt, so klön og nett og elligomul og smílandi. Og bróðurdóttirin hjá henni Jona í Stórustovu stóð so dámlig við síðuna av. Hon plagdi næstan at umbera gomlu fastrina, at hon ikki slapp higani. Hon plagdi at taka til: Moldin rópar eftir henni, men Várharra vil ikki hava hana enn. Og við síðuna av Jonu gekk maðurin Petur Klein, forelskaður við einun stórum smíli og sjarmeraði seg frammanfyri myndamanninum. Hetta vóru öll fólk, sum ríkaðu míni barnaár og sum eg minnist við einum stórum smíli. Og Petur Klein barav öllum. Hann var barnavinurin stóri, sum eg og mínir javnlíkar bera so góð og heit minnir um. Sóu tey virkuliga soleiðis út.
Og so vóru vit í dansistovuni. Har var dansur og tey svingaðu, so tað jassaði eftir í. Eg var júst ov lítil til at vera komin upp í part. Dansistovan mátti vikja fyri einum vegi, men hugnin í henni er goymdur í hesum filmi. Og vóru vit knappliga í einum silvurbrúdleypi norðuri í Langagarði. Vælsettir oyndfirðingar í góðum lag. Og oyndfirðingar á veg við Váðakletti til Gjáar at síggja nýggja minnisvarðan. Okkara biskupur gekk í heimbygdini í kjóla. At enda legði Polaris av niðri á kajini. Sá hann virkuliga soleiðis út, eg helt hann verða nógv stórbærari, tá eg var smádrongur. Kunnu vit í heilatikið trygt líta á okkara minni.
Eg eri veðurfastur í Oyndarfirði. Hann er framvegis landnyrðingur og kavarokið heldur fram. Seyðurin ger lítið um seg í dag. Skavingin er bara viðfáningur, hann veit sum er, at um eina lötu, so fær hann bæði hoyggj og kraftfóður frá mínum bygdarmonnum. Krákan hevur sett seg, hon gongur og hoppar nirði á bakkanum oman móti áardalinum. Likkan sveimar framvegis í kavarokinum, hon hevur ikki mist vónina um okkurt til matna í dag.
Men eru farnir út eftir seyði í gamlari föroyskari svartari hettu, termodrakt, litríkum styvlum við refleksi og telefon í bróstalummanum.
Vátakavin klakar á teimum har ættin stendur á. Húsið er vaknað aftur. Útvarpið avlýsir og avlýsir og nú varð eisini ein jatzykapping í Parkinsonfelagnum avlýst. Ja, Ja, hatta var einki annað enn ein vits. Blívi nú ikki fornermaði. Spurningurin um hví allir teir allar minstu menninir á Strondum hava Höj til eftirnavn stendur enn ósvaraður.
Tað kavar og kavar og kavar. Nú fari eg aftur út at vitja fólk. Eg havi tað veldigt og stórtrívist í öllum blíðskapinum.