Italsku granskararnir eru komnir eftir, at tann nógvi hitin og turkurin í Evropa í seinastuni stavar frá Sahara -oyðimørkini, og teir siga tað ikki vera óhugsandi, at hitin og turkurin fara at standa við langt út í september.
- Tað tykist, sum at oyðimarkarveðrið hevur flutt seg norður til okkara, sigur Giampero Maracchi á veðurstovninum í Firenze við blaðið la Republica.
Italsku granskararnir vísa á, at sunnan fyri Sahara hevur tað regnað munandi meiri í summar enn vanligt. Giampero Maracchi sigur, at tað tykist, sum at ekvator hevur flutt seg 20 stig norðureftir. Úrslitið er áhaldandi hátrýst yvir Miðjarðarhavinum, og tað hevur havt oyðimarkarhita við sær. Í Rom vóru 37,4 hitastig fyrrapartin hósdagin, og í Bordeaux í Fraklandi vóru 37 stig. Bæði í Eystur-ríki, Rumenia, Ungarn og Kekkia hava veðurmenninir mált methita í seinastuni.
Norski veðurfrøðingurin Kristin Gislefoss sigur, at metingarnar hjá italsku veðurgranskarunum eru helst rættar.
- Vit síggja, at umleið 30 stig norðan fyri ekvator er eitt breitt hátrýstøki kring alla Jørðina. Stundum flytir hetta øki seg longur norður, og so fáa vit heita luft úr Sahara norður til londini norðan fyri Miðjarðarhavið. Tað er væl hugsandi, at hetta hátrýstøki hevur flutt seg uppaftur longur norður í ár, sigur Kristin Gislafoss við blaðið Dagsavisen.