Viðurkendi granskarin Bogi Hansen hevði hvassliga at Kringvarpi Føroya fyri at hava sent sendingina, fyrst í viðmerkingum í Sosialinum tann 10. September, og síðani aftur í lesarabrævi í sama blaði tann 20. september.
Høvuðssjónarmiðið hjá Boga Hansen er, at Sjónvarpið als ikki skuldi sent sendingina, tí tey eru so fá, sum í dag taka undir við uppáhaldinum, at veðurlagsbroytingarnar ikki koma av mannaávum. Harafturat vóru bæði feilir og grovar skuldsetingar í sendingini smbrt. Boga.
Atfinningarnar hjá Boga Hansen eru bæði prinsipiellar og áhugaverdar. Í viðmerkingum í Sosialinum tann 10. september førdi eg fram, at ein av høvuðsuppgávunum hjá Sjónvarpinum er at lata fólk koma til orðanna. Í hesum føri mugu vit staðfesta – um okkum dámar tað ella ikki – at tað finnist ein minnilutabólkur av granskarum, sum hevur eina aðra frágreiðing um fyribrigdið enn Bogi Hansen, Al Gore og meirilutin annars. Hesi fólk kunnu ikki bara tigast burtur.
Tað er heilt einfalt av alstórum týdningi fyri fólkaræði, at ein ‘public service’ stovnur sum Kringvarpið loyvir fólkum, sum hava aðrar niðurstøður enn tær til eina og hvørja tíð ráðandi, at sleppa framat.
Tað er løgið, at hvørki Birgir Kruse ella Uni Arge, sum eisini gera viðmerkingar til málið í Sosialinum tann 20. september hava eygu fyri eini so grundleggjandi skyldu hjá einum ‘public service’ miðili. Tí onki kjak kann byrja, fyrr enn fólk við ymiskum meiningum eru sloppin til orðanna. Hetta eru eisini høvuðsgrundgevingar hjá Channel 4 fyri at lata sendingina framleiða, og hjá DR2 fyri at vísa sendingina.
Bogi Hansen setir spurningin, um Sjónvarpið við hesi sendingini er á veg út á eina hálkubreyt, har bæði fjølmiðlaetikkur og fjølmiðlapolitikkur verða givin upp til skutil fyri at tekkjast hyggjarum við alsamt fleiri gølukendum sendingum. Birgir Kruse er inni á sama leisti, tá hann tosar um, at Sjónvarpið hevur mist sín leiklut sum høvuðsveitari av tíðindum og undirhaldi samstundis sum, at stovnurin skal tryggja sær hyggjarar.
Sjónvarpið vísti ikki sendingina “Svik við upphitingini av jarðarknøttinum” fyri at undirhalda ella tekkjast hyggjarum. Tað eru fleiri ár síðani, at vit sleptu ta strategi at stremba eftir høgum hyggjaratølum fyri útlendsku sendingarnar. Hetta hendi samstundis, sum fólk sóu alsamt fleiri rásir um fylgisvein. Hinvegin gera vit eina fjølbroytta skrá bæði til fjøldina og til tey fáu. Og tey, sum fylgja við í útlendska tilfarinum í sjónvarpinum vita eisini, at her er talan um bæði populerar sendingar og um smalar sendingar, har dygd er í hásæti. Her er eisini rúmd fyri umstríddum sendingum, og soleiðis fer tað eisini framhaldandi at vera.
Eftir stendur so, at vit hava sent eina sending, sum nógv fólk í heiminum kjakast um. Og her áttu vit at borið okkum øðrvísi at. Í blaðummælinum av sendingini skuldu vit havt sagt frá, at sendingin var umstrídd og víst til kjakið, sum stóðst av henni. Á henda hátt hevði hon ikki staðið einsamøll sum ein vísindasending, soleiðis at fólk fingu ta fatan, at hetta var einasta boð uppá sannleikan. Og vit kundu, sum bæði Uni Arge og Birgir Kruse vísa á, lagt upp til kjak, har t.d. Bogi Hansen tók lut. Men kjakið um veðurlagsbroytingar og avleiðingar heldur fram, og tað kemur als ikki uppá tal at tiga nakran part burtur.