Veðurlagsbroytingar positiva ávirkan

- Á fleiri økjum fara veðurlagsbroytingar í útgangsstøðinum at vera positivar, siga norskir granskarar í nýggjari frágreiðing. Sambært eini nýggjari frágreiðing, sum Cicero Senter hevur gjørt um veðurlagsbroytingar í Noregi, kemur Noreg at fáa fleiri fyrimunir enn vansar av, at hitin í 2100 kanska verður trý stig hægri enn í dag.

Frágreiðingin sigur, at hitin fer at veksa mest í Norðurnoregi og tey økir í landinum, har tað regnar mest, fara at gerast enn vátari.

Veksandi hitin fer at føra til meiri vætu og fleiri skriðulop, sum kunnu elva til stórar lokalar skaðar.

Men hóast slíkir skaðar økjast við 50% í ár 2100, fer tað kortini ikki at merkjast í nakran serligan mun fíggjarliga, skrivar Forskning.no

Granskararnir, sum hava skrivað frágreiðingina, eru rættiliga vísir í, at tað verður positivt fyri jarðarbrúk, skógbrúk, el-framleiðslu og eftirspurningin eftir orku, um veðurlagsbroytingar fara at føra til, at hiti økist.

- Á øllum hesum økjum fara veðurlagsbroytingar í útgangsstøðinum at vera positivar, verður sagt í nýggju frágreiðingini.

Heldur ikki í fiski-ella ferðavinnuni verður mett, at broytingarnar fara at hava negativa ávirkan, um vinnan annars megnar at tillaga seg nýggju umstøðurnar.