Veðurlagsráðharri hótti við at fara frá

Veðurlagsráðharrin í Danmark, Connie Hedegaard, hevur verið so óð um at verða hildin uttanfyri, at hon hevur hótt stjórnina við at fara frá sum ráðharri. Tað skrivar Danmarks Radio í dag.

Tann 23. mars í ár sendi táverandi forsætisráðharri, Anders Fogh Rasmussen, eitt bræv til amerikanska forestan Barack Obama, sum bjóðaði til veðurlagsfund fyri heimsins stóru búskapir.

Danmark varð bjóðað við, og sjálvt um tað týðiliga stóð, at Obama bjóðaði ráðharrum við, fekk veðurlagsráðharrin einki at vita um toppfundin í Washington.

Forsætisráðharrin valdi ístaðin at senda sín egna veðurlagsmann, veðurlagsstjóra í forsætisráðnum, Bo Lidegaard, til USA. Í brævinum, sum sendingin 21 Søndag hevur fingið innlit í, verður Lidegaard framsettur sum deildarstjóri í forsætisráðnum.

Eftir at Connie Hedegaard fann útav, at hon varð hildin uttanfyri, varð kallað inn til kreppufund í stjórnartoppinum tann 23.apríl.

21 Søndag hevur lisið skjøl, sum vísa, at Connie Hedegaard beinleiðis setti sess sín upp á, at eyðmýkingin ikki endurtók seg.

Í skjølunum sæst eisini, at Connie Hedegaard setti ?hart móti hørðum?, at hon setur ?ítøkilig krøv? um at fáa størri rúm at ?virka sum ráðharri?, og at hon ?krevur meir pláss? at loysa uppgávuna í mun til forsætisráðið.

Sambært Hedegaard sjálvari er samstarvið við forsætisráðið sera gott.

- Har er nógv sera tætt samstarv, og eg má avvísa allar hasar áhugaverdu spekulatiónirnar, sum hava verið, segði veðurlagsráðharrin í síðstu viku.