Seinnapartin leygardagin kom eldur í eitt meira enn hundrað ára gamalt seyða- og hoyggjhús í Giljum í Hvalba.
Eingin streymur var inni í húsinum, og tí var greitt, at eldurin mátti verða komin uttaneftir.
Tað vísti seg eisini, at nakrir dreingir høvdu spælt við fýrverk, og eitt heksahýl var av óvart farið gjøgnum okkurt op inn i húsið.
Inni í húsinum var eitt nú plast at balla við og gamalt hoyggj, og tí stóð húsið beinanvegin í ljósum loga, og eingin kundi tí fara inn.
Úrslitið av tí var, at níggju veðurlomb brunnu inni. Í húsunum vóru somuleiðis sláimaskinur, ballimaskinur og onnur útgerð. Tað fór alt fyri einki.