Hóast tað stendur nærum á jøvnum millum ja og nei síðuna í veljarakanningum í Bretlandi, nú bretar á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til framtíðar lagnuna hjá Bretlandi í ES, so meta veddingarfyritøkurnar, at sannlíkindini eru lítil fyri at Bretland fer úr evropeiska samstarvinum.
Reuters tíðindastovan skrivar, at síðani veddingarfyritøkan William Hill byrjaði at taka móti pengum upp á úrslitið av fólkaatkvøðuni, hava útlitini aldrin verið so lág fyri einum Brexit sum nú.
Veddingarfyritøkan metir nevniliga møguleikan fyri, at Bretland verður verandi í ES á 1/6, ið merkir at tað er umleið 85 prosent kjansur fyri, at bretar atkvøða fyri at halda fram í ES.
Um onkur ynskir at seta pengar uppá, at bretar atkvøða ja til at fara úr ES, so veitir fyritøkan odds á 4/1 fyri hesum.
Ein talsmaður fyri William Hill upplýsir fyri Reuters, at hóast 79,2 prosent av øllum veddingarpengunum er settur á, at bretar verða verandi, so hava 64,4 prosent av øllum einstaklingunum sett pengarnar á, at bretar rýma úr samveldinum.