Fýra altjóða veddingarfyritøkur høvdu Slovakia sum rættiliga stóran favoritt til at vinna HM-undanundankappingardystin móti Føroyum. Hægsta oddsið á slovakiskan sigur var bara 1,14. Lægsta oddsið uppá føroyskan sigur var 7,00.
Men aftaná góða leikliga avrikið hjá Føroyum, har slovakar móti dystarenda vóru hepnir at vinna 27-26 hava hesar fýra veddingarfyritøkurnar valt at síggja uppá Føroyar við nýggjum brillum.
Nú eru Føroyar favorittur til at vinna á vertstjóðini, Luksemborg tá liðini spæla klokkan 16.30 í morgin.
Hægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 1,65. Lægsta oddsið uppá luksemborgskan sigur er 2,66.
Luksemborg hevur tapt 16-22 móti Slovakia og 22-32 móti Litava.
Føroyar hava tapt greitt 25-36 móti Litava, og tepurt 26-27 móti Slovakia.
Hetta er fyrstu ferð síðani Føroyar kappaðust í Challenge Trophy kappingum, at manslandslið okkara er favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Tær fýra altjóða veddingarfyritøkurnar hava hesi odds uppá dystin. Føroyar standa skrivaðar sum heimalið til dystin í morgin.
Veddingarfyritøkur: Føroyar-Luksemborg | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
1xBet | 1.62 | 8.50 | 2.66 | ||
bet365 | 1.60 | 8.50 | 2.70 | ||
BetClic | 1.65 | 9.00 | 2.95 | ||
BetVictor | 1.60 | 8.50 | 2.88 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 1.62 | 8.63 | 2.80 |
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá HM-undanundankappingardystinum millum Luksemborg og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 16.10.
Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.