Klokkan 18 í kvøld spælir føroyska U21 landsliðið HM-dyst í bólki A ímóti Ungarn, sum er dysturin um triðja plássið í bólki A, har Noreg og Týskland spæla bólkafinalu klokkan 20 í kvøld.
Tróndur Arge og Pole J. Hansen siga frá dystinum á Rás2. Upptaktin á Rás2 byrjar klokkan 17.15
Fimm veddingarfyritøkur hava sett odds á dystin. Tær fimm veddingarfyritøkurnar meta Ungarn at verða greiðan favoritt at vinna á Føroyum, men Ungarn er ikki líka stórur favorittur, sum Týskland og Noreg vóru hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Føroyum.
Oddsini hjá fimm veddingarfyritøkum uppá ungarskan sigur ímóti Føroyum liggja millum 1,12 og 1,18.
Somu fimm veddingarfyritøkurnar bjóða odds, sum liggja millum 5,50 og 7,50 uppá føroyskan sigur ímóti Ungarn.
Oddsini hjá teimum fimm veddingafyritøkunum uppá HM-dystin Føroyar-Ungarn eru hesi:
FØROYAR-UNGARN | 1 | X | 2 | |
---|---|---|---|---|
5.50 | 13.00 | 1.18 | ||
7.50 | 17.00 | 1.14 | ||
6.00 | 15.00 | 1.15 | ||
6.00 | 13.00 | 1.15 | ||
7.00 | 14.50 | 1.12 |