Veddingarfyritøkurnar góvu Ajax ongan møguleika at vinna á Esbjerg

Fleiri veddingarfyritøkur vildu ikki lata odds uppá ein sigur til Team Esbjerg, tí sigurin á Ajax var sjálvsagdur

Mynd: Andreas F. Hansen

Team Esbjerg hevur heimsins besta hondbóltsspælara, Nora Mørk, og hevur norsku landsliðsleikararnar, Marit Røsberg Jacobsen og Vilde Mortensen Ingstad á liðnum hjá sær.

 

Team Esbjerg var eisini risastórur favorittur til at vinna á føroyingaliðnum, Ajax sum hevur Báru Krossteig Hansen,  Lív S. Poulsen og Rakul Wardum á liðnum,  á heimavølli í Esbjerg.

 

Fimm veddingarfyritøkur vildu ikki lata odds uppá ein sigur til Team Esbjerg, tí sigurin var sjálvsagdur. Hinar veddingarfyritøkurnar lótu bara 1,01 í oddsum uppá ein sigur til Team Esbjerg. 

 

Oddsini uppá útisigur til Ajax lógu millum 12,00 og 40,00. 

 

So føroyingaliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini framdi eina sensasjón av dimensjónum við at vinna 19-15 (13-12) á risafavorittunum, Team Esbjerg á útivølli.

 

HER eru oddsini sum vóru givin uppá dystin millum Team Esbjerg og Ajax: 

 

##med2##

 

Mynd: Andreas F. Hansen