Hóast føroyska U21-landsliðið hevur gjørt tað framúr í hesari EM-undankappingini við tveimum sigrum og trimum javnleikum, og hóast vit taptu tepurt 0-1 fyri Ukraina á útivølli, so eru 18 altjóða veddingarfyritøkur rættiliga ivaleysar í, at ukrainska U21-landsliðið fer eisini at vinna undankappingardystin á Tórsvølli, ið byrjar klokkan 18 í kvøld.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Hægstu oddsini fyri ukrainskan útisigur eru 1,33. Lægstu oddsini fyri føroyskan heimasigur eru 8,50.
Her eru oddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum:
##med2##