Klokkan 15 sunnudagin verður oddadystur í Betrideildini hjá monnum millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali.
Tað liggur í kortunum, at tað verður ein javnur og spennandi dystur, og tað sæst eisini aftur á oddsunum hjá veddingarfyritøkunum.
11 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella eitt lítið vet til ein KÍ-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,66 og 3,00.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 2,14 og 2,38.
Oddsini upp á javnleik, ið KÍ kann betur liva við, tá teir eru fýra stig frammanfyri HB liggja millum 2,63 og 3,30.
Her eru oddsini:
##med2##