Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein NSÍ-sigur

Her eru oddsini upp á fjórðingsfinaluna millum B36 og NSÍ

Í morgin klokkan 15 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

B36 er nummar fimm í Betrideildini við 11 stigum, og NSÍ er nummar fýra við 15 stigum.

 

Oddsini hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn millum B36 og NSÍ, tó hella veddingarfyritøkurnar eitt lítið vet til ein sigur til NSÍ. 

 

Miðaloddsini upp á sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru 2,68.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,61.

 

Miðaloddsini upp á sigur til NSÍ aftaná vanliga leiktíð eru 2,28.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##