Veddingarfyritøkurnar hella meir til Føroyar enn til Lettland

Munurin millum oddsini uppá føroyskan sigur og lettlendskan sigur er ikki stórur

Klokkan 18 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum, ið møtir Lettlandi í triðja og avgerandi dystinum í HM-undanundankappingini, ið er í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið.

 

Italia og Luksemborg spæla klokkan 15.30. Undan dystunum í morgin hevur Luksemborg trý stig, Føroyar og Italia hava tvey stig og Lettland hevur eitt stig.

 

Føroyar mugu vinna á Lettlandi fyri at vera frammanfyri Luksemborg á stigatalvuni, tí Luksemborg er betri innanhýsis. Føroyar kunnu bert klára seg við javnleiki um Luksemborg spælir javnt ella vinnur á Italia. Hvussu víkir og vendir, so vera tað bara tvey tey ovastu liðini sum fara víðari í HM-undankappingini. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum - samrøður vera at hoyra á trok.fo. 

 

Veddingarfyritøkurnar hava brent sær av Føroyum undanfarnu dagarnar. Veddingarfyritøkurnar høvdu Føroyar sum stóran favoritt at vinna á Luksemborg, og tær høvdu Italia sum greiðan favoritt at vinna á Føroyum. Í báðum førum gjørdist talan um eitt yvirraskandi úrslit fyri veddingarfyritøkurnar.

 

Í dag hava veddingarfyritøkurnar valt at hella til Føroyar, men tað er ikki nógv sum skilur oddsini fyri føroyskan sigur ella lettlendskan sigur.

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Lettland  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet  1.95 7.75 2.35
1xBet   1.97 7.90 2.34
bet-at-home   1.767.80 2.30
bet365   1.758.50 2.45
Betfair   1.80 8.00 2.40
Betsafe   1.85 9.00 2.45
Betsson   1.85 9.00 2.45
BetVictor   1.808.00 2.38
Betway   1.808.002.30
bwin  1.878.752.30
ComeOn  1.95 7.75 2.35
Interwetten   1.80 8.25 2.40
William Hill   1.808.00 2.37
youwin  1.857.502.25
Betfair Exchange   1.767.65 2.33
Gjøgnumsnitsodds1.848.162.36