Veddingarfyritøkurnar hella til ein føroyskan sigur í kvøld

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á Nations League dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Kýpros

Í kvøld klokkan 18 á Tórsvølli skal føroyska kvinnulandsliðið royna at vinna tey fyrstu stigini í fyrstu Nations League kappingini fyri kvinnulandslið.

 

Mótstøðuliðið í seinasta heimadystinum í kappingini er Kýpros. 26. september taptu Føroyar 0-1 fyri Kýpros á útivølli.

 

Undan dystinum í kvøld hava føroysku kvinnurnar tapt tríggjar teir fyrstu dystirnar við bert einum máli. Farna fríggjadag manglaði bert neyvleikin, at fyrsta stigið kom til høldar, tá liðið við Djúpumýru í Klaksvík tapti 1-2 fyri Aserbadjan.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Aserbadjan, og tær hella eitt lítið vet til ein føroyskan sigur, men oddsini eru næstan jøvn.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 2,44.

 

Miðaloddsini upp á kýpriotiskan útisigur eru 2,77.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,09, so tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst í kvøld, har føroysku áskoðararnir vónandi kunnu gera sítt til, at føroyska kvinnulandsliðið skrivar søgu í kvøld.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##