Veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til 07 Vestur

15 altjóða veddingarfyritøkur hella allar til, at 07 Vestur fær trý stig á Dungasandi í dag

Klokkan 17 sparka 07 Vestur og ÍF kappingarárið í Betrideildini hjá monnum í gongd á Dungasandi í Sørvági.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 16.30.

 

15 altjóða veddingarfyritøkur geva odds upp á dystin millum 07 Vestur og ÍF, og tær 15 veddingarfyritøkurnar hella allar til ein sigur til 07 Vestur.

 

Oddsini upp á sigur til 07 Vestur liggja millum 1,66 og 1,75.

 

Oddsini upp á sigur til ÍF liggja millum 3,40 og 3,76.

 

Oddsini upp á javnleik á Dungasandi í dag liggja millum 3,90 og 4,37.

 

Her síggjast oddsini: 

##med2##