Veddingarfyritøkurnar hella til útisigrar til 07 Vestur og B68

Her eru oddsini upp á dystirnar AB-07 Vestur og TB-B68, ið byrja klokkan 15 í dag

Savnsmynd

Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag.

 

Klokkan 13 byrjar dysturin millum ÍF og B36 í Fløtugerði í Fuglafirði. HER  síggjast oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin. 

 

Klokkan 15 byrja tveir dystir. Teir eru dysturin millum AB og 07 Vestur inni í Vika á Argjum, og dysturin millum TB og B68 við Stórá í Trongisvági. 

 

14 altjóða veddingarfyritøkur hava 07 Vestur sum favoritt til at vinna dystin á Argum.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 4,50 og 5,28. 

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 1,53 og 1,64.

 

Her eru oddsini upp á dystin AB-07 Vestur:

 

##med2##

 

14 veddingarfyritøkur hella til ein B68-sigur við Stórá í Trongisvági.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 2,90 og 3,23.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 1,95 og 2,10, so talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu.

 

Her eru oddsini upp á dystin TB-B68:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Savnsmynd