Veddingarfyritøkurnar: Rumenia er stórur favorittur at vinna á Føroyum

Heimasigurin hjá føroyska manslandsliðnum sær ikki út til at hava ávirkað veddingarfyritøkurnar

Hóast framúr góða avrikið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Rumenia í EM-undankappingardystinum á Hálsi fyrrakvøldið, tá Føroyar vunnu 30-28 (15-9) á Rumenia, so er Rumenia stórur favorittur at vinna á Føroyum í EM-undankappingardystinum í Bukarest í morgin klokkan 15.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 14. 

Oddsini hjá veddingarfyritøkunum upp á rumenskan heimasigur liggja millum 1,27 og 1,40.

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 4,00 og 5,25.

Oddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt framúr gott føroyskt úrslit liggja millum 9,50 og 11,50.

Her eru oddsini hjá teimum 15 veddingarfyritøkunum: