Í kvøld klokkan 20 spælir kvinnuliðið hjá H71 søguliga Europa Cup dyst í høllini á Hálsi í Havn.
Talan er um fyrstu Europa Cup fjórðingsfinaluna hjá nøkrum føroyskum felagsliði í hondbólti.
Mótstøðuliðið er Galychanka Lviv úr Ukraina.
FM1 sendir beinleiðis frá høllini á Hálsi í kvøld frá klokkan 19.45.
Níggju veddingarfyritøkur sum geva odds uppá dystin spáa ein javnan dyst. Tær níggju veddingarfyritøkurnar hella eitt pinkalítið sindur til H71, men tað er næstan eingin munur á oddsunum fyri sigur til H71 ella sigur til Galychanka.
Her eru oddsini:
Veddingarfyritøkur: H71-Galychanka Lviv | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 1.95 | 7.75 | 2.25 | ||
1xBet | 2.00 | 8.10 | 2.18 | ||
888sport | 1.85 | 8.25 | 2.25 | ||
Betfair | 1.83 | 8.00 | 2.30 | ||
BetVictor | 1.85 | 8.00 | 2.30 | ||
bwin | 1.90 | 9.25 | 2.15 | ||
ComeOn | 1.95 | 7.75 | 2.25 | ||
Interwetten | 1.83 | 8.25 | 2.30 | ||
William Hill | 1.85 | 8.00 | 2.30 | ||
youwin | 1.90 | 8.00 | 2.15 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 1.90 | 8.15 | 2.24 |