Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lot til andøvsgul av vestri, skýggjað og kanska regn. Um middagsleitið gul av ymsum ættum og tað klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.


Veðrið sunnudagin:

Hann veksur vindin upp í ein strúk av landsynningi og væntandi turt. Hitin um 10 stig.


Veðrið mánadagin:

Hvassur vindur ella skrið av eystri og landsynningi og nakað av regni. Hitin um 10 stig.


Veðrið týsdagin og mikudagin:

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og serliga týsdagin eitt sindur av regni. Hitin millum 7 og 10 stig.


Í gjár:

Hátrýstið yvir landnyrðingspartin av Grønlandi breiðir seg í landsynning til Føroya og Skotlands.


Í dag:

Týsdagin og mikudagin vil eitt lágtrýst fara frá Atlantshavinum til Íslands og brúgvaløgini haðani fara væntandi um Føroyar.