Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lot til andøvsgul vestaneftir, skýggjað og regn ella ælingur. Hitin millum 7 og 10 stig.


Veðrið mikudagin:

Lot til andøvsgul av vestri og fyrrapartin turt, men sum frálíður frískar hann vindin upp í ein strúk av norði og landnyrðingi og regn. Hitin millum 6 og 9 stig.


Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:

Gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum og eitt sindur av regni viðhvørt. Hitin millum 4 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst, meira enn 1025 hPa. frá Norðureystur-Grønlandi til Norðsjógvin fer spakuliga eystureftir.


Í dag:

Eitt lágtrýst, 1000 hPa. sunnanfyri Ísland stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani gevur regn og vind í Føroyum.

???????????????????

Hitin í oktober lá nær miðaltalinum ? 7,1° móti 7,5°.

Avfallið var minni enn miðal ? 137,8 mm móti 169,1 mm.