Veðrið í dag:
Fyrst stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og regn. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í vestan og minkar vindin til gul og tað klárar í. Hitin um 10 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri og fyri tað mesta támut veður og stundum driv. Framvegis rættuliga lýtt um 10 stig alt samdøgrið.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk lágt, framvegis lýtt og sunnudagin regn eitt skifti. Hitin um 10 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Norðsjónum stendur mestsum í stað og rættuliga slavin luft rekur av útsynningi. Hósnáttina nærkast ein kuldabrúgv og fer um Føroyar hósdagin.
Í dag:
Aftaná vil lýggj og slavin luft aftur reka móti Føroyum av suðri.