Veðrið í dag:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10-15 m/s. Kavaæl, men eisini sær sólin av og á. 1-5 kuldastig.
Veðrið sunudagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind, høgætt, 10-15 m/s, vaksandi til 13-18 m/s. Kavaæl, men eisini sær sólin. 2-7 kuldastig.
Veðrið mánadagin:
Framvegis fyrst strúkur í vindi upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10-15 m/s, men seinni gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5-8 m/s. Færri kavaæl, og hitin um frostmarkið.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Sum frá líður hvassur vindur ella skrið av suðri, 15-20 m/s, og regn av útsynningi. Seinni útsynningur í ættini, og tað slítur í. Hitin oman fyri frostmarkið.
Í gjár:
Eitt lágtrýst yvir Norskahavinum gongur eitt sindur í ein landnyrðing til móti Lofoten. Millum lágtrýstið og eitt hátrýst yvir Grønlandi rekur køld luft við kavaælum norðaneftir inn yvir Føroyar:
Í dag:
Eitt lítið lágtrýst sunnan fyri Svalbard gongur í ein sunnan og dýpist. Tað fer í dag eystureftir inn yvir Miðskandinaviu.