Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, skýggjað og smáregn av og á. Hitin millum 1 og 6 stig. Fríggjanáttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin.
Veðrið fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av vestri og smáregn av og á. Hitin millum 2 og 7 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, regn av og á og hitin um 5 stig. Út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Tað klárar í og hitin verður millum 2 og 5 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Fyrst lítið lot, men seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind av landnyrðingi. Sólglottar, men ælingur, sum frálíður kavi ella heglingur. Hitin fellur niður millum frostmarkið og 2 hitastig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum stendur mestsum í stað. Eitt minni lágtrýst í útsynning úr Føroyum fer eystureftir og grynnist spakuliga. Tað fer væntandi um Føroyar í nátt.
Í dag:
Síðani tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp við Eystur-Grønland og tað fer eystureftir norðafyri Føroyar. Tað næsta lágtrýstið fer væntandi sunnanfyri Føroyar, so køld luft kemur hendavegin norðaneftir.