Veðrið í dag:
Hann veksur vindin upp í skrið av landsynningi og eystri og móti kvøldi regn. Hitin millum 2 og 4 stig. Fríggjanáttina hvassur vindur av útsynningi, framvegis regn og hitin um 6 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Fyrst hvassur vindur av útsynningi og vestri og regn. Hitin um 6 stig. Seinni hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin nakað. Tað klárar kanska í og regn- ella vátaslettingsælingur. Hitin fellur niður millum 2 og 5 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri og ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin um 3 stig. Eitt skifti minkar hann vindin og tað klárar í, men út á mánadagin snarar hann í landsynning og veksur vindin til skrið og hitin veksur upp í ein 5 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst sunnanfyri Ísland grynnist. Eitt hátrýst yvir Alpunum stendur mestsmum í stað. Eitt lágtrýst sunnanfyri Svalbard ferðast eisini lítið.
Í dag:
Eitt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum fer í landnyrðing og fer væntandi fríggjanáttina tætt framvið Føroyum í ein útnyrðing.