Veðrið

.

Veðrið í dag:

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn. Út á dagin støkkur hann vesturum til útsynning. Hitin millum 5 og 8 stig, men leygarnáttina kaldari.


Veðrið leygardagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn ella ælingur. Hitin fellur niður í 1 til 5 stig.


Veðrið sunnudagin:

Stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, men hann veksur vindin til skrið ella storm. Stundum regn og hitin kemur upp í 4 til 8 stig.


Veðrið mánadagin og týsdagin:

Skrið ella stormur av útsynningi og regn, seinni minkar hann vindin niður í hvassan vind og ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Mið-Europu viknar nakað. Eitt lágtrýst, 973 hPa. sunnanfyri Ísland fer í landnyrðing og gevur Føroyum storm av útsynningi og regn eitt skifti.


Í dag:

Eitt minni lágtrýst, undir 1000 hPa. nærkast Føroyum sunnaneftir fríggjanáttina. Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar um Føroyar av vestri og útsynningi.