Veðrið í dag:
Fyrrapartin upp í stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, skýggjað og regn ella vátaslettingur av og á. Hitin um 3 stig. Seinni hvassur vindur ella skrið av eystri, eitt skifti møguliga stormur. Kavaavfall og mikunáttina niður í eini 5 kuldastig.
Veðrið mikudagin:
Skrið av norði og útnyrðingi, kavaælingur og eini 5 kuldastig. Móti kvøldi minkar hann vindin niður í stívt andøvsgul av vestri og útsynningi. Hitin kemur upp um frostmarkið og kavi ella vátaslettingur vestaneftir.
Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:
Hvassur vindur av vestri og stundum regn. Hitin millum 3 og 8 stig.
Í gjár:
Lufttrýstið er høgt við Suður-Ongland. Eitt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og dýpist og brúgvalagið haðani fer um Føroyar í dag.
Í dag:
Seinnapartin í dag fer eitt djúpt lágtrýst framvið Føroyum sunnanfyri móti Suður-Noreg og aftaná kemur eitt skifti kaldur útnyrðingsstreymur. Komandi dagarnar fara fleiri brúgvaløg við lýggjari veðri um Føroyar.