- Veðrið ávirkar arbeiðið hjá løgregluni

- Tað hevur verið sum í grøvini her í nátt. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

- Tað hevur verið sum í grøvini her í nátt. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

Í nátt hevur veðrið ikki verið av tí besta, og tískil hevur friður valda í býarlívinum og hjá løgregluni. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan so at siga einki hevur havt á skránni í nátt. Eini 7-8 uppringingar hava verið til løgregluna, men tá hevur bert verið talan um smærri mál, sum til dømis eina unga gentu, sum fekk ein smáskaða í knæið í býnum. 

 

- Veðrið ávirkar okkara arbeiðið, tí fólk koma út úr dansistøðunum tá tey lata aftur, og skunda sær heim undan ringa veðrinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.