Suðureuropa er í hesum døgum rakt av hitabylgju, men í Føroyum kunnu vit bara rokna við hita upp í 12 stig næstu dagarnar.
Dagurin í dag byrjar væl, men seinnapartin verður møguleiki fyri ælaveðri í pørtum av landinum, og eisini mikudagin og hósdagin kann tað fara at æla nakað.
Føroyska Veðurstovan sigur, at í dag vera 8-13 m/s av vestri, fyri tað mesta turt og nakað av sól. Seinnapartin fer vindurin í útnyðring, og sum frálíður verður samdrigið og nakað av regni ella ælaveður – serliga norðanfyri. Hitin verður millum 8 og 12 stig.
Mikudagin vera 8-13 m/s av útnyðringi, samdrigið og fyri tað mesta turt. Tó kunnu onkur einstøk æl koma. Hitin verður milum 7 og 10 stig.
Hósdagin vera 5-10 m/s av útnyðringi, seinni minkandi niður í 3-8 m/s. Samdrigið og einstøk æl, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 7 og 10 stig