Veðrið hevur ávirkað landsliðsferðina

Manslandsliðið: Føroyska manslandsliðið er í dag – ein dag seinni enn ætlað – komið til Tjekkia

Føroyska manslandsliðið er í dag – ein dag seinni enn ætlað – komið til Tjekkia. Veðrið hevur argað og ferðin til Prag bleiv útsett til í morgun. Eisini pólska landsliðið settist aftur. Upprunaliga skuldi føroyska ferðalagið fara fríggjakvøldið klokkan 20.40.

 

Fyrsta meldingin var, at flogferðin varð útsett til klokkan 22.10. Seinni komu boð um, at flogferðin varð útsett til í morgun klokkan 07.30. Tað var eitt sindur av vindi, tá flogfarið fór avstað. Tríggjar tímar seinni lendi ferðalagið í tjekkiska høvðusstaðnum, Prag.

 

Hetta er sokallaði “formanstúrurin”, har leiðslurnar í feløgunum eru umboðaði á ferðini. Túrurin er ætlaður sum eitt høvi hjá feløgunum og fótbóltssambandinum at finna eitt felagsstev. Vanliga er ein formansfundur, har forfólkini í føroyskum feløgunum umrøða viðkomandi viðurskifti í føroyskum fótbólti.

 

Eisini vóru fleiri viðhaldsfólk við á ferðini. Sjónligasti bólkurin var Wenzel, sum hevur gjørt ein starvsfólkatúr til dystin í morgin. Størstu móttøkuna fekk eitt av starvsfólkunum hjá júst Wenzel, sum hevði gloymt passið, men við góðari hjálp heimanifrá eydnaðist at fáa passið og koma við.

 

Ferðalagið við spælarunum, venjaratoyminum og fjølmiðlunum fór beint til Plzen, sum liggur ein tíma í bussi frá Prag. EM-undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður spældur á heimavøllinum hjá FC Viktoria Plzeň. Hann eitur Dossan Arena og tekur 11.700 áskoðarar.