Veðrið frá Veðurstovu Føroya:
Leygardag fyrrapart strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, sum frá líður veksur hann vindin upp í storm, 23 m/s.
Samdrigið og samregn, í støðum vátakavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Leygardagur
Fyrst frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, skýggjað og kavaæl. Seinni veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið av landnyrðingi-eystri, 15 til 20 m/s, samdrigið og samregn, í støðum vátakavi ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 stig, móti kvøldi upp í 9 stig.
Sunnudagur
Frískur vindur upp í strúk áleið sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men eisini sólglottar av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagur
Frískur vindur upp í hvassan vind áleið sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og sundum regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagur
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, seinni minkandi niður í frískt lot til frískan vind áleið vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og í løtum regn ella ælaveður, men eisini onkur sólglotti. Hitin 4 til 8 stig.