Veðrið: Sólglottar og æl í dag

Dagurin kann bjóða bæði ælaveður og sólglottar

Føroyska Veðurstovan rokna við, at tað verður skiftandi veður í dag. Tað verður nakað av vindi, og dagurin bjóðar bæði ælaveður og sólglottar.

 

Føroyska Veðurstovan sigur, at í dag vera 8-13 m/s av útnyðringi, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og einstøk æl, eisini møguleiki fyri at tað verður turt og sól onkrar løtur. Hitin í dag verður milum 6 og 11 stig.

 

Fríggjdadagin vera 3-8 m/s av norði, nakað av sól, eitt skifti tó ælaveður og sirm av landnyðringi. Hitin verður millum 7 og 12 stig.