Veðurstovan: Illsligt um vikuskiftið

Tað verður fitt av vindi og avfalli um vikuskiftið

Veðurvánirnar fyri vikuskiftið eru einki serligar. Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður fitt av vindi og avfalli mesta av tíðini.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið og nakað av regni av og á. Seinnapartin veksur vindurin upp í 10-15 m/s, og í kvøld fer at regna meira samanhangandi. Eitt skifti verður ættin vestan, og í nátt vera 13-18 m/s av útnyðringi og møguleiki verður fyri kavaælum. Hitin í dag verður millum 7 og 10 stig, í nátt millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Sunnudagin vera 13-18 m/s av vestri, í støðum meira vindur. Seinnapartin minkar vindurin og verður av ymsum ættum, sum frálíður 8-13 m/s av vestri. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.