Veðurstovan sett trý nýggj starvsfólk

Veðurstovan miðar eftir at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar.

Veðurstovan hevur júst sett trý fólk í starv, og hetta er sambært lýsingum, sum vórðu sendar út í mai. Tey, sum eru sett, byrja eftir summarfrítíðina.

 

Á heimasíðuni hjá Vørn verður greitt frá, hvørji hesi trý fólkini eru, eins og greitt verður frá, hvørjar teirra uppgávur á stovninum verða.

 

Rúnar Alix Rasmussen er settur í hálvtíðarstarv sum "royndur veðurfrøðingur”. Hann hevur hollar royndir, sum veðurfrøðingur og granskari hjá DMI gjøgnum mong ár. Alix fer umframt vanliga arbeiðið á Veðurstovuni, eisini at menna og skjalfesta mannagongdir, góðskutryggja veitanir og hava ábyrgd av upplæring av veðurfrøðingum.

 

Hanus Kjølbro er settur í starvið sum “veðurvakt og mennari”. Hanus er kendur sum veðurmiðlari, høvundur av føroyskum tilfari í veðurfrálæru, umframt sum sjómanskúlalærari á Sjónámi gjøgnum nógv ár. Hanus fer umframt veðurtænastu at menna samstarvið við KvF, standa fyri veðurfrálæru og fyri innsavnan og skjalfestan av lokalum veðri kring alt landið.

 

Djóni Strømsten er settur í starvið sum “KT-mennari”. Djóni er útbúgvin KT-verkfrøðingur frá Setrinum og hevur hollar royndir frá KT-vinnuni í Føroyum og í Danmark. Djóni fer undir menning og víðarimenning av nógvu ymisku talgildu tænastunum, sum Veðurstovan rekur ella miðar eftir at seta í verk skjótast til ber.

 

Á Veðurstovuni, sum er deild undir Vørn, eru settir tveir veðurfrøðingar og ein deildarleiðari, umframt tímaløntir ráðgevarar og hjálparfólk. 

 

Veðurstovan miðar eftir at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar. Men, í fyrstu syftu verður miðað eftir yvirtiknu økjunum, t.v.s. veðrinum á landi og sjógvi, umframt mátingum. 

 

- Ilt er at meta um, nær hetta arbeiðið er komið undir land, men við nýggju starvsfólkunum kemur nú veruliga gongd á hetta arbeiðið, siga tey hjá Vørn í dag.