Veðurstovan: Tað hevur verið óvanliga kalt

Higartil hevur mars mánaður verið væl kaldari enn enn vit eru von við

Higartil hevur mars mánaður verið óvanliga kaldur - í roynd og veru er hann tað kaldasta, vit vita um. Tað vísir ein uppgerð hjá Veðurstovuni.

 

Annars er miðalhitin í mars mánaði 4,4 hitastig. Lægsti hiti er í miðal tvey hitastig.

 

Men Veðurstovan sigur, at sunnunáttina og sunnudagin - tað var á Grækarismessu - var tað óvanliga kalt í Føroyum.

 

Á Eiði vórðu 8,3 kuldastig, í Havn vóru 7,6 kuldastig og á Borðuni vóru sjey kuldastig. Hetta er óvanliga kalt, eisini í mars mánað, sum vanliga er tann kaldasti mánaðin í árinum.

 

Frá 5. til 9. mars, hevur mesti hitin í Havn verið 4,2 stig. Tað var 5. mars, klokkan 14. Annars tað ligið um frostmarkið og eitt sindur undir.

 

Frá 9. til 13 var mesti hitin í Havn, tvey hitastig. Tað var 9. mars klokkan 12. Annars hevur hitin ligið undir frostmarkinum alla tíðina. Tá ið var var kaldast, frystu tað 7,6 stig.

 

Mars mánaði byrjaði annars væl við einum stórum hátrýsti, sum gav okkum støðugt veður við fitt av sól.

 

Men sum hátrýstið flutti seg vestureftir ímóti Grønlandi, fingu vit eitt kalt luftrák norðaneftir við kavaælingum, og hetta vetrarliga veðrið hevur verið líka síðan.

 

Annars hava forsagnirnar víst, at lýggjari luft er á veg hendavegin, men so trokar kuldin hana vekk aftur.

Várið heldur tó ikki fram at verða útsett. Eitt størri lágtrýst sær út til at vera á veg ímóti bretsku oyggjunum hósdagin.

 

Tað fer at trýsta lýggjari luft nærri Føroyum og tá er møguleiki fyri at tað verður eitt sindur lýggjari aftur so at tað verður regn og ella vátakavi í staðin fyri kavi.

 

Av tí at vit liggja ímillum kalda og lýggja luft, eru forsagnirnar nakað óvissar, og tað skal ikki nógv til, áðrenn vit aftur fáa eitt kalt luftrák av landnyrðingi.

 

Men gongur alt væl, sleppa vit skjótt undan teirri køldu høgættini, vit hava havt so leingi, sigur veðurstovan.