Veðurstovan: Vindur um vikuskiftið

Veðurstovan roknar við vindi bæði í dag og í morgin

Dagurin byrjaði vakurt. Soleiðis sá út í Havn í morgun (Mynd: Áki Johansen)

Føroyska veðurstovan roknar við, at tað verður fitt av vindi alt vikuskiftið. Bæði í dag og í morgin verður upp í skrið, og tað kunnu koma harðari hvirlur.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 13-18 m/s av útsynningi, í støðum upp í 23 m/s og hvirlur. Fyrst klárt og turt, seinni skýggjað og í nátt ælaveður. Hitin verður millum 6 og 10 stig.

 

Sunnudagin vera 15-20 m/s av útsynningi, í støðum upp í 23 m/s og hvirlur. Samdrigið og nakað av regni. Hitin verður millum 5 og 8 stig.

 

Dagurin byrjaði vakurt. Soleiðis sá út í Havn í morgun (Mynd: Áki Johansen)