Á veg ímóti trivaligum heimasigri

Nú tað restar eitt korter av oyggjauppgerðini í Sarpugerði millum Víking og B68 er tað nógv, sum bendir á, at heimaliðið fer at vinna.

Eitt korter fyri leiklok hevur Víkingur eftir lítlari løtu tvær ferðir økt um leiðsluna, sum nú er 4-1.

Triðja málið skoraði Sverri Jacobsen, sum sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í málið, og fjórða málið skoraði Magnus Skoralíð. Hann sneiddi seg leysan í høgru, og tá ið hann var komin inn í brotsteigin smekkaði hann til, og so varð 4-1.