- Á veg útaftur eftir nýggjum bólki

- Ein bátur, ið var á veg úr Eysturoynni, rendi seg inn í ein bólk út fyri Múlan. Helst hevur tað verið ein partur av hesum bólkinum, ið er sloppin undan. So bátarnir eru á veg útaftur eftir nýggja bólkinum.


Tað upplýsir Karl Johansen, sýslumaður í Norðurøkinum, nú grindadrápið annars var liðugt í Hvannasundi, ið sigur at drápið spældi væl av.


- Drápið gekk væl, og higartil eru um 120-130 hval dripnir. Tann bólkurin, ið nú er á veg inn, verður mettur at vera um einar 50 hval, sigur sýslumaðurin.