Herfyri var borgarafundur á Sandi um eina ferðslutrygdarætlan fyri alla Sands kommunu.
Ætlanin, sum arbeitt verður við, fevnir um bæði landsveg og kommunalar vegir innan kommunumarkið á Sandi.
Nú er líkt til, at ein nýggjur borgarafundur verður aftur á Sandi áðrenn langt um líður - hesaferð um innkomuvegin til ætlaða Suðuroyartunnilin.
- Fólkið á Sandi skal hoyrast, og tað kemur eingin vegaføring gjøgnum sandsbygd - uttan, at fólkið á Sandi er komið til orðanna.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag.
- Vit seta sum krav, at myndugleikarnir lurta og laga seg eftir fólksins vilja, einki annað verður góðtikið.
Sagt verður, at ein av fyrstu døgunum fer Sands kommuna at skipa fyri borgarafundi um vegaføring gjøgnum bygdina á Sandi.
- Hetta snýr seg ikki um illvilja móti komandi farleið til grannaoyggj okkara, men um at gera farleiðina so skynsama sum tilber.
Á Facebook-vanganum verður vísit á, at tað eru tvey uppskot um vegaføring í samband við ein Suðuroyartunnil.
- Annað er vestanfyri Sandsvatn. Hitt er eystanfyri vatnið og ígjøgnum býlingin í Trøðum, siga tey í Sands kommunu.
Lagt verður aftrat, at kunnað verður um borgarafundin á Sandi, tá dagurin fyri fundin er ásettur.