Vegamótið?

Landsstýrið má traðka í karakter nú – fremja neyðugar rationaliseringar, endurskoða fiskivinnupolitikkin og fækka aðalráðini

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
---------

Fíggjarlógin varð samtykt við halli, sum nærkaðist 800 mio. kr. Undirskot, sum verður fíggjað við lántøku, og sum fyri 2010 fer at kosta landinum 50 mio. árliga í rentum. Útreiðslur, sum kundu rinda raksturin av 80 nýggjum ellisheimsplássum.
Framhaldandi stórhall hjá landskassanum forbjóðar seg sjálvt. Verandi fíggjarlóg, har útreiðsluvøksturin er um 4% ella uml. 190 mio. skal steðgast. Vit skulu hava javnvág aftur millum inntøkur og útreiðslur.
Lánifíggjaða peningaumfarið ger, at kostnaðarstøðið verður hildið kunstiga uppi til einki samsvar er millum framleiðslu og peninganýtslu. So, meðan almennu Føroyar sleppa snikkaleysar við lántøku, bløðir vinnan spakuliga burtur.

Eksploderað
Meðan tað politiskt verður gøllhildið um almennu nýtsluna, orsakar afturgongdin í privatu vinnuni dagliga hópin av uppsagnum, har serstakliga tímaløntir løntakarar enda í arbeiðsloysi og skerdum tilverugrundarlagi.
At vinnuliga virðisskapandi virksemið soleiðis verður sjóðað niður vekir lítlan ans, meðan hendinga uppsagnir hjá tí almenna harafturímóti fyllir miðlarnar allan sólarringin.
Almenna nýtslan er eksploderað farnu árini, og síðani 2006 eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við um 900 mio. Spurningurin er, hava vit tað 900 mio. betur nú enn fyri 4 árum síðani? Hvat manglaðu vit tá, sum vit ikki kunnu umvera nú?

Eingin bati
Búskaparráðið ger greitt, at verður útreiðsluvøksturin 2% árliga, sum er helvtin av vøkstrinum fyri 2010, verður landskassaskuldin vaksin meira enn 4 mia. kr í 2015. Og undirskotið verður framhaldandi tað sama! Ella sagt øðrvísi, rentutreiðslurnar hjá landinum fara at tátta í ¼ milliard árliga um fimm ár, við ongum útliti fyri bata, svarandi til árliga kostnaðin av 400 røktarheimsplássum.
Skulu vit fáa javnvág í búskapin, so er harafturímóti neyðugt at minka landskassaútreiðslurnar 2% árliga, ella um 100 mio. kr. Megna vit tað, so verður javnvág aftur í 2014.
Tað tykist tó ikki sum at politiska skipanin hevur víst hesum veruleika serligan ans, tí ístaðin fyri at skerja raksturin frá 09 til 2010 eftir tilmælinum, so verður meirnýtslan út móti 190 mio. Peningur, sum ikki er til. Ella sagt øðrvísi, ein munur sum táttar í 300 mio. skeiva vegin í mun til tilráðingina. Tað gongur slettis ikki.

Bygnaðarskeivleikar
Sagt verður, at helvtin av landskassahallinum er av bygnaðarskeivleikum. Nú landsstýrið arbeiðir við at leggja útreiðslukarmarnar fyri 2011 er tí nokk at ríva í.
At tosa um at varðveita vælferðarsamfelagið, samstundis sum vinnan hoknar undir vaksandi gjøldum og versnandi kappingarføri er meiningsleyst. Fær vinnan ikki optimalar møguleikar at produsera, so eksisterar samfelagið ikki sum frálíður.
Stórstu útreiðslurnar hjá landinum eru til vælferðartænasturnar, sum kosta um 3400 mio. í 2010. Tað er sjálvsagt, at har kunnu gerast rationaliseringar.
Tí eiga um- og samanleggingar á skúla-, heilsu-, og almannaøkinum at vera viðgjørdar í stórsta álvara. Eisini eiga almennar veitingar og stuðul í nógv størri mun at vera treytaðar av fíggjarstøðuni hjá móttakaranum, eins og allur útbúgvingarstuðul til hægri útbúgvingar skal vera lán, til móttakarin hevur brúkt sína útbúgving í Føroyum eitt áramál.

Fordeilingspolitikkur
Afturvendandi mantraið at breiðka skattagrundarlagið tykist bert at hava sum endamál at halda fast við politiska veitingarpolitikkin, har yvirbjóðingin er boðskapurin og signalpolitikkurin meginreglan - ikki at spara, men brúka meira.
Tað er tvørturímóti neyðugt at prioritera, hvørjar tænastur burturav skulu vera goldnar av tí almenna og hvørjar kunnu áleggjast brúkaragjald. Gratissamfelagið undirgrevur búskapin, har farið verður eftir hvørjari krónu hjá borgarunum, fyri at politiski fordeilingspolitikkurin kann halda fram. Skipan, sum forkemur motivatiónini, setur okkum í skuld og fremur óbjargni.
Rationaliseringar eru tí alneyðugar, so almenna nýtslan aftur kemur í legu, har javnvág verður millum framleiðslu og almenna forbrúkið. Tí eigur landsstýrið eisini at umhugsa generell brúkaragjøld, bæði fyri at spara, men eisini fyri betur at kunna stýra eftirspurninginum eftir almennum tænastum.

Nýggjan fiskivinnupolitikk
Eisini skal landsstýrið orða nýggja visión fyri høvuðsvinnuna, har lagt verður upp fyri, at hon verður búskapar- og lívfrøðiliga burðardygg og sleppur at virka í fríari, altjóða kapping.
Hetta gerst m.a. við at lógar- og regluverkið tryggjar, at arbeiðsmegi og kapitalur flytur yvir í mest produktivu partarnar av føroysku fiskivinnuni. Harafturat eiga fiskidagar at vera frítt umsetiligir, umframt, at ongar avmarkingar skulu vera um virking umborð ella á landi. Hóast undantøk kunnu vera, so eigur allur fiskur veiddur í fiskidagaskipanini vera landaður í Føroyum.
Dentur eigur at vera lagdur á at fáa allan stuðul burtur úr vinnuni, og at vinnan betalir egið eftirlit, soleiðis sum vit kenna frá alivinnuni.
Í spurninginum um tilfeingisgjald, so skal vinnan ikki at rinda politiskt ásett gjald eftir serlóg, men harafturímóti eigur samlað gjaldsskipan at vera gjørd fyri allar tilfeingisvinnur, sum er átøk henni í oljulóggávuni. Sjómansfrádrátturin eigur at vera skipaður soleiðis, at hann er kappingarførur við grannatjóðirnar.

Seks aðalráð
Landsstýrið eigur eisini at taka avgerð um at spara í miðfyrisitingini. Politisk telving eigur ikki at avgera talið av aðalráðum. Landsstýrið kann virka fullvæl við 5 aðalráðum saman við løgmansfyrisitingini. Tí eigur avtala at vera gjørd um, at trý ráð verða avtikin. Hetta kann hóskandi gerast tá nýtt landsstýri verður skipað. Burturúr spyrst ein kompakt, smidligari og bíligari miðfyrisiting. Í tí sambandi eigur landsstýrið at konsentrera seg um at optimera samstarvið við ES, styrkja um sendistovuna í Bruxells og samstundis taka av sendistovurnar í London og Reykjavík og leysgeva orkuna at menna samstarvið við ES.

Traðka í karakter
At renna undan neyðugu sparingunum við at skriva skatta- og avgjaldsrokningar út á vinnu og borgarar verður stokkutur hiti. Úrslitið verður, at privati virðiskapandi sektorurin spakuliga verður sjóðaður niður og løntakaratalið minkar samsvarandi. Initiativið verður kvalt í føðingini og vit fara at flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina og vandi er fyri, at fólk fara at rýma av landinum. Fyri tey verður talan um exitføroyar.
Tí má landsstýrið traðka í karakter nú. Har er í hvussu nokk av fólki til uppgávuna.