Í dag hevur nógv virksemi verið í Nólsoy, nú gjørt verður klárt til at asfaltera ovarlaga í bygdini.
Onkur stórur lastbilur hevur verið í bygdini, og eisini hava aðrir bilar og maskinur verið til arbeiðis í Nólsoy.
Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - sæst, at teir í dag eru komnir út um fjørðin við sandtilfari, og síðan er ætlanin, at sjálvt asfaltarbeiði skal gerast fríggjadagin.
Nólsoyingar siga, at vegurin, sum nú verður asfalteraður, hevur ligið leingi í ringum standi, men nú er væntandi, at hetta kemur upp á pláss.
Á myndini uppi í høgra horni koma tveir menn við einum veðri, sum vil illa ganga, men tað er nú heldur ikki so løgið í nógva larminum frá stóru maskinunum.
Tað er ikki slíkt, sum seyður og onnur kríatúr eru von við í Nólsoy, tá alt er, sum tað plagar at vera.