Meðan eldurin í Varðanum Pelagic var ringastur í dag, varð vegurin í Øravíkarlíð, nærhendis Krambatanga, avbyrgdur, tí nógvur og vandamikil roykur var.
Nú er minni roykur, og nú er aftur koyrandi á hesum nevnda vegastrekki.
Nú er tó byrgt av í inni í Trongisvági. Tó at vegbyrgingar nú eru fluttar, so er enn ikki soleiðis, at til ber at koyra inn á Tvøroyri. Vegirnir, ið føra inn á Tvøroyri, eru avbyrgdir við SEV verkið og Magnstøðina í Trongisvági.
Á myndini sæst, at virkið hjá Varðanum á Tvøroyri er illa farið.
Mynd: Dagfinn Olsen