Í dag lat listaframsýning við Arnoldi Vegghamar upp í Klaksvík. Framsýningin er í Gamla Seglhúsi, har listaframsýningar javnan eru at uppliva.
Arnold Vegghamar hevur sermerktan stíl og er ein profilur í føroyskari list.
- Rættilig list roynir ikki at behaga, hon er avant garde, framman fyri tíð og stað á sama hátt sum verkini hjá Vincent van Gogh vóru tað. Listin hjá Arnold Vegghamar er merkt av ymsum stílbrigdum, hann hevur havt ymisk tíðarskeið, men hann er ongantíð hildin uppat við at menna seg og tí blíva hansara verk við at flyta seg framman fyri okkum, segði Arnstein Niclasen í heiðursrøðu fyri Arnold Vegghamar, tá ið listamaðurin rundaði 75 ár.
Framsýningin í Gamla Seglhúsi er søluframsýning og hongur uppi allan januar mánað.

Vegghamar sýnir fram í Klaksvík





