Hálka tarnar ferðsluni nógva staðni í morgun. Í Eysturoy er hált nógvastaðni, og tað tarnar ferðsluni. Eitt nú kláraðu allir bilar ikki um Gøtueiði í morgun uttan trupulleikar.
Landsverk hevur eisini hálkuávaringar nógvastaðni norðaliga í Eysturoy og Streymoy og í Vágum: Á Gjáarvegnum, á Kambsdali, eystan fyri Norðskálatunnilin, í Streymnesi, á Høgareyni og á Sandavágsháli.
Eisini verður boðað frá nógvum vindi, eitt nú á Norðradalsskarði, har er vindur upp í 29 metur um sekundið.