Vegsaltið í sjálvtøkukassunum er gott til gler men ikki til tjúkkan kava.
Tað sigur Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu, nú kommunan hevur saltkassar ymsastaðni í Klaksvík, har brattar brekkur eru. Hetta er salt, sum borgarar kunnu taka av og stroya á brekkur og aðrastaðni, tá hálka er.
Í 2005 setti kommunan upp saltkassar kring um í Klaksvík við tí fyri eyga, at íbúgvar sjálvir kunnu salta, tá teir meta, at vegir og gongubreytir eru fryst. Hesir sjálvtøkukassar eru settir upp í Klaksvíkarøkinum, har brattar brekkur eru.
Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur, upplýsir, at Vegadeildin, ið umsitur kavarudding og salting, hevur amboð til at salta vegir og gongubreytir, men tað er vítt um at fara.
- Tí er tað trupult at røkka út í hvønn krók, og var hetta orsøkin til, at kommunan í 2005 valdi royna hetta sum eitt eyka tiltak á brøttum vegateinum. Heitt varð tá á fólk um at gera brúk av hesum sjálvtøkukassunum við vegsalti í.
Hann leggur aftrat, at hetta er roynt í okkara grannalondum við góðum úrsliti, og eisini í Klaksvík hava saltkassarnir verið eitt ískoyti til ferðslutrygdina.
- Men hetta er sjálvandi treytað av, hvussu røsk fólk eru at gera brúk av hesum møguleikanum, staðfestir býarverkfrøðingurin.
Heri M. Hammer leggur samstundis dent á, at tað er umráðandi at fólk brúka hetta vegsaltið við skynsemi.
Hann sigur, at tað kemur fyri, at salt verður stroytt yvir tjúkkan kava til stóran ampa fyri kavaruddingina í býnum annars. Saltið kostar eisini nógvan pening, og er saltið í saltkøssunum ikki ætlað til at halda tjúkkan kava burtur.
Klaksvíkar kommuna heitir tí á borgarar um bert at stroya salt á vegir og gongubreytir, tá glerstoytt ella svarthálka er.